Tilgongdir at loysa týðandi
avbjóðingar
Um
Hjørdis G. Lailudóttir hevur 15 ára royndir sum Leiðslu- og HR ráðgevi í Movera.
Hjørdis hevur drúgvar royndir bæði innan tað almenna og privata. 11 ára royndir innan almenna fyrisiting, sum ráðgevi í miðfyrisitingini, deildarleiðari á stovni og royndir við ábyrgd fyri umsiting í felagsskapi. Eisini er hon royndur undirvísari á miðnámi, umframt á Setrinum og sum undirvísari umvegis Movera á stovnum, felagsskapum og fyritøkum.
Hjørdis hevur búð í Tórshavn, Keypmannahavn, við Gjógv, Malakoff í Texas og nú niðri í Havnini.
Útbúgvingarnar eru cand. scient. pol. frá Københavns Universitet, PGDip. in Management frá Handilsháskúlanum á Robert Gordon University og MA í løgfrøði frá Fróðskaparsetur Føroya. Í 2018 fekk Hjørdis góðkenning sum Disc Facilitator til Everything Disc persónsprofilar og sama árið gjørdist hon DiSCnordic partnari.
