top of page
Profilur - Broytingarleiðsla

DiSC er eitt validerað og altjóða viðurkent profilamboð.​
 

Mátingin er "adaptiv" - spurningarnar verða tillagaðir svarunum, so hvørt tú svarar. Tað er skjótari at svara og úrslitið er neyvari.

​​​​

Allir DiSC stílar eru líka virðismiklir og øll eru meiri ella minni ein blandingur av øllum fýra stílum. ​

DiSC við 12 stílum.png
TÚ FÆRT INNLIT Í
Visjónsarbeiði, undirtøku og implementering í mun til egnan profil og, hvussu tú kanst betra tín effektivitet til visjóns- og broytingararbeiði.
MÁLBÓLKUR
Leiðarar, sum arbeiða við visjóns- og broytingararleiðslu.
ÚRTØKA
  • Tín DiSC stílur
  • Tínar grundleggjandi raðfestingar sum leiðari
  • Tínar førleikar at standa fyri visjónsarbeiði og at fáa undirtøku
  • Tínar førleikar at íverkseta broytingar
  • Ætlan at styrkja tínar førleikar at gera visjónsarbeiði, skapa undirtøku og íverkseta strategiskar broytingar

Gjøgnumgongd og umrøða av tínum profil verður gjørd saman við fasilitator, og verður sett í praksis við har, tú arbeiðir.
Sphere on Spiral Stairs
UPPFYLGING 

Bólkafrágreiðing um broytingarleiðslu
Frágreiðingin lýsir, hvussu leiðslutoymið arbeiðir við visjón, undirtøku og íverksetan.
Styrkir og avbjóðingar hjá leiðslutoyminum, við einari ætlan at eydnast effektivt. 

Samanbering
Tveir persónsprofilar verða samanbornir til at finna líkheitir og munir. Í frágreiðingini eru ítøkilig uppskot til at styrkja samstarvsrelatiónina.
Samanberingin er ætlað til nýggj toymi, ósemjuhandfaring, nýggj starvsfólk v.m.


Bólkamentan
Profilar verða settir í eina heild hjá t.d. toymi, deildir, deildarleiðarum og leiðslu, sum lýsa mentanina hjá bólkinum, fyrimunir og vansar, og, hvussu mentanin ávirkar samskifti, vágafýsni, avgerðir og trivnað.

Bólkafrágreiðingin um broytingarleiðslu, samanberingin og bólkamentanin verða gjøgnumgingnir og viðgjørdir saman við fasilitator.

Samband

255515

Sp/f Movera
V-tal 599220

J. Broncksgøta 40

FO 100 Tórshavn

+298 255515

movera@movera.fo

© 2025

by Movera

bottom of page