top of page

Skeið

Movera bjóðar skeið innanfyri hesi høvuðs-fakøkini Leiðsla, Samskifti og Innovatión

Undir hesum fakøkunum ber til at seta skeiðið saman soleiðis at høvuðsdentur t.d. verður lagdur á assertivt samskifti, kundarelatiónir, samráðingartøkni, sølu og tænastu, motivatión, strategi og innovatión. Skeiðið verður sett saman eftir tykkara faktisku umstøðum og mál fyri framman, t.e. eftir tykkara tørvi. 

Undirvísingarhátturin er eyðkendur við samanrenning millum ástøði og praksis, "learning by doing", ítøkilig dømi og amboð. Skift verður ímillum ymsar frálæruhættir so sum framløgur, filmar og fjølbroyttar venjingar; persónligar og í smærri og størri toymi.  Venjingarnar eru í t.d. hugsaði dømi og dømi, sum taka ítøkiliga støði í tykkara fyritøku ella stovni. Movera brúkar ymisk amboð t.d. lego og ymisar arbeiðshættir til t.d. leiðsluvenjingar og hvussu ein fyrireikar seg til eina uppgávu, megnar kreppustøður og at umstilla seg til at arbeiða undir óvæntaðum umstøðum og avbjóðingum.

Við at trýsta á knøttin "les meira her" sæst yvirlit við dømum um evni, sum Movera bjóðar.

Leiðsla

Leiðaraskeiðið verður sett saman í mun til tykkara avbjóðingar og tørv. Støði verður tikið í hvørt skeiðið er t.d. til leiðslubólkin, millumleiðarar/formenn og verkætlanarleiðarar.

Eisini verður atliti tikið til m.a., um hvørt talan er um privata fyritøku, almennan stovn e.a., vinnugrein, kappingarumhvørvi, kundans tørvur og hvørjar royndir og førleikar leiðararnir hava frammanundan og avbjóðingar fyri framman.

Saman við leiðsluni verður soleiðis funnið fram til høvuðsavbjóðingarnar og mett um, hvørji skeiðsevni ynski er um at raðfesta. Á hendan hátt verður skeiðið sett saman og skipað so at fyritøkan og luttakararnir fáa optimala úrtøku. 

Samskifti

Samskifti er altavgerandi fyri fyritøkur og samskifti innanhýsis verður endurspeglað í samskiftinum við kundan. Samskifti eigur at hava hægstu raðfesting - samskifti við fokus uppá úrslit og at skapa virði, at veruliga skilja og hoyra, taka atlit fyri ymsikleika, tilvitan um kropsmál og fremja beinleiðis og opi samskifti, har eingin góð hugskot fara fyri skeyti. 

Saman við leiðsluni verður funnið fram til høvuðsavbjóðingarnar og mett um, hvørji skeiðsevni ynski er um at raðfesta. Á hendan hátt verður skeiðið sett saman og skipað so at fyritøkan og luttakararnir fáa optimala úrtøku. 

Innovatión

Skeiðið verður sett saman av evnum, sum hava týdning fyri tykkara fyritøku. Møguleiki er fyri at arbeiða við einari ella fleiri ítøkiligum avbjóðingum í fyritøkuni.

 

Skeiðið gevur tínari fyritøku eitt lyft innan innovatiónsførleikar so at fyritøkan er meiri responsiv í mun til umhvørvi, kundan og marknaðin. Eisini at einstaki leiðarin og starvsfólki hava ítøkilig amboð og tilvitan um innovatión, so tey longu dagin eftir skeiðið kunna gagnnýta óendaliga rúmið av ónýttum møguleikum. 

Please reload

Luttakarar siga samskifti

Luttakararnir siga soleiðis

"At opna fyri dialogi –

at vit øll megna at viðgera

ting frá ymsum sjónarhornum"

"Stuttligt, øðrvísi hugsunarháttur,

lært starvsfelagar at kenna

frá øðrum síðum"

"Gevandi, áhugavert og strævið""

Skeið í samskifti -

Luttakararnir siga skeið 1

Luttakararnir siga soleiðis

"Skilji meg sjálvan og samstarvsfelagarnar

betri – hvussu eru teir sum týpur,

hví so stirvnir, fleksiblir,

lukkaðir/opnir osfr."

"Hvussu tú fært fólkið við tær" 

"Hevur givið mær amboð,

sum eg kann brúka"

- Leiðaraskeið -

Luttakararnir siga soleiðis

Læruríkt, Mennandi, Áhugavert. Áhugavert. Spennandi. Gevandi.

Stuttligt. Hugni. Vilji. Mál. Úrslit.

Takk fyri dugnaligar væl upplagdar skeiðshaldarar. Fantastiskt.

- Skeið í innovatión -

Innovatión lutt. siga
bottom of page