Leiðsluráðgeving
Tú stendur við einari týðandi avbjóðing og kemur ikki víðari. Tú noyðist at gera nakað og hevur tørv á einum nýggjum sjónarhorni soleiðis, at tað tú gert munar- at tú setur inn á rætta stað.
Sum ovasta leiðsla eru nógv atlit at taka bæði uppeftir, niðureftir og úteftir. Arbeiðsdagurin hjá einari leiðslu er eyðkendir við ábyrgdini fyri dagliga rakstrinum og at nýggj mál og avbjóðingar stundum og alsamt stinga seg upp, so tí er tað skjótt at fokus fer burtur frá týðandi avbjóðingum, sum eisini hava týdning frameftir.
Tú veist hvat tað er, sum ikki virkar til fulnar ella eigur at verða broytt, men hevur tørv á, at venda støðuni í trúnaði við ein sparringspart.
Møguligar støður tú hevur tørv á, at handfara:
-
leiðari, sum ikki loysir og handfer trupulleikar og týðandi uppgávur
-
leiðslutoymið arbeiðir ikki nóg væl saman og tað ávirkar framburðin
-
samanleggingar og ymsar mentanir
-
samstarvstrupulleikar á einari deild ella ímillum deildir
-
broytingar, sum tú frammanundan veist eru truplar at fremja
-
gera og fremja eina nýggja strategi
-
broyta bygnaðin so hann stimbrar undir broyttar umstøður og mál fyri framman
-
Gera ella dagføra starvsfólkapolitikkin
-
Setanir av leiðarum og øðrum lyklapersónum. Les meiri um setanir her
-
At skipa fyri starvsfólkadag við týðandi og viðkomandi fakligum evni, har starvsfólkini kenna seg at vera í fokus og fáa nakað serstakt burturúr, og at dagurin stuðlar uppundir t.d. at handafara avbjóðingar og ætlanir fyri framman.
Tú vilt avbjóðast, so tú tryggjar tær at allir viðkomandi steinar eru vendir og at tú hevur eina greiða ætlan. Saman greiða vit avbjóðingina, venda støðuni frá ymsum sjónarhornum, raðfesta, fyrireika og skipa loysnirnar.
Tú kennir teg tryggan og fyrireikaðan til at gjøgnumføra loysnirnar. Eisini kann eg bjóða inn við mínum royndum sum leiðsluráðgevi og við amboðum, sum tú eisini kanst brúka framyvir.
Fyri at vera ein dugnaligur leiðari krevst at tú fert væl við tær sjálvum og eisini gevur tær tíð til at støðga á, at lurta, fata og taka tær stundir at venda tingunum. Tað er skjótt at vit venja okkum við allatíð at arbeiða upp ímóti tí, sum hastar og ikki tí, sum hevur størstan týdning, eisini frameftir.
Setan av leiðarum
Sum dømi um setanartilgongd, so metti leiðslan í einari fyritøku seg hava fingið eina skeiva mynd av umsøkjarum til leiðarastørv og hevði nakrar ringar royndir. Fyritøkan hevði m.a. áður brúkt persónstýputest, sum vístu ein profil, sum ikki samsvaraði við teirra fatan tá persónurin kom í starv og hevði tikið atlit til profilin tá avgerðin varð tikin um setanina.
Mín tilgangur til setanir eru fyrivarni fyri persónstypu profilum, tí eg meti at fólk, sum søkja leiðarastørv í dag vita hvør persónstypa er umtókt og um leiðslurák og kunna tí ótilvitað ella tilvitað svara testum hareftir. Tað ber tó til at hava slíkar persónstypu profilar við sum ein liður í tilgongdini, men tá eigur profilurin ikki at hava avgerandi leiklutin í metingini. Tað snýr seg um, at matcha persón og fyritøku til gagns fyri báðar partar.
Stigini í samband við setanir er sum meginregla hendan:
1. Nágreining av tørvinum og avbjóðingunum í starvinum, eisini í mun til strategiskar ætlanir hjá fyritøkuni. Hetta er ein tilgongd saman við leiðsluni og/ella setanarbólkinum.
2. Lýsing eftir umsøkjarar og val av umsøkjarum at fara víðari við
3. Setanarsamrøða við kunning um starvið og við persóns- og starvsspesifikkum spurningum, 45 min. maks.
4. Meting og val av umsøkjarum at fara víðari við og møgulig persónstypu profilur.
5. Tilgongd saman við umsøkjarunum við afturmelding uppá persónstypu profil, persóns- og starvsspesifikkar praktiskar venjingum og samrøða har biðið verður um viðmerkingar til mínar eygleiðingar av venjingunum.
Umframt eru í hesum stiginum samrøður við referansur, umsøkjarin hevur upplýst sum referansur.
6. Framløga av úrslitum frá pkt. 5 fyri setanarbólkinum og fyrireiking til pkt. 7.
7. Setanarsamrøða við framløgu av eftirmeting av úrslitum frá pk. 5, har umsøkjarin fær møguleika at gera viðmerkingar og nágreinilig kunning um starvið. Hendan samrøðan er meiri leyst skipað og opin, har setanarbólkurin og umsøkjarin m.a. samskifta um starvið, eftirkanna faktisk viðurskifti, samspæl, ambitiónsstøði og tryggja felagsfatanir.