top of page

Prosesleiðsla

Leiðslan á stovnum og fyritøkum eru í dagliga rakstrinum og meldrinum og tí verða uppgávur og prosessir, sum krevja rúm fyri at leiðslan arbeiðir frítt við hugskotum og metingum, ymisk sjónarhorn og ymisk sjónarmið útsett. Tað er heilt einfalt ikki tíð og orka til arbeiðið at finna loysnirnar og tryggja gjøgnumføring. 

 

Í nógvum førum verða týðandi avbjóðingar skumpaðar frammanfyri og avbjóðingarnar vaksa eins og kavabólturin, sum fer á rull.

Mín uppgáva er at fáa allar luttakararnir við umborð, syrgja fyri fokus, minka sum mest um orkuspill, samstundis, sum at viðkomandi vitan og sjonarmið koma á borðið og tryggja at júst hesin dynamikkurin millum ymiskleikan verður gagnnýttur. Sagt verður, at í tí góða kjakinum er eitt ómetaligt virðisskapandi samspæl, sum ikki kann gerast upp og ikki kann metast um frammanundan. 

Prosesleiðsla verður eisini nevnd fasilitering "at gera tað lætt". Orðið verður brúkt til arbeiðsháttin, sum verður brúktur til at lætta um prosessir millum fólk og tryggja at tey koma á mál.

Leiðarar á fyritøkum ella stovnum biðja meg um at skipa fyri einum leiðaraseminari ella eina proses saman við starvsfólkum , leiðarum og leiðslu tá

  • úrslit av einari proses hevur týdning t.e. at leiðslan vil tryggja sær at tey røkka málinum og at luttakararnir eru motiveraðir til at gjøgnumføra loysnina

  • leiðslan ynskir vitan frá starvsfólkunum, sum hava kundasamband og samstarv við samstarvspartar og ynskir at tey kenna ognarlut í loysnini

  • leiðslan vil trykkroynda loysnirnar við at hoyra ymisk sjónarhorn og ymisk sjónarmið 

  • tørvur er at koma burturúr tí dagliga og "tað, sum vit plaga" hugsunarháttinum, at fáa nýggjan íblástur

  • tíðin røkkur ikki til fastlæst kjak - ella til langrøknar framløgur, prosesin krevur fasta stýring og fokus

  • leiðarar vilja brúka tíð og fokus uppá innihald og ikki uppá proses. Antin við at eg taki mær av prosessini og samli upp ella eri við til at leggja prosessina til rættis 

Prosesleiðsla kann eisini vera at fáa fólk ikki bara at hugsa út úr boksini, men at hugsa útfrá tí at eingin boks er. Hetta verður gjørt við at arbeiða við kreativitets- og innovatiónshugsanum og kreativitetsteknikkum.

Í leiklutinum sum prosesleiðari ella fasilitator fái eg møguleikan at vera við í ymsum tilgongdum, sum skulu handfarast ymiskt, tað kann vera til størri tiltøk, starvsfólkafundir, aðrar fundir ella í leiðslubólkinum. Leikluturin og uppgávan er ymisk alt eftir støðu, tørv og mál.

Anker 1

Arbeiðstilgongd 

  1. Vit byrja við einum fundi, at fáa vitan um tykkara týðandi avbjóðingar og ynski og hvussu til ber saman við Movera at fremja ítøkiligar loysnir

  2. Tit fáa síðani eitt upplegg við uppskot til loysn, tilgongd og prís

  3. Síðani er tað ein fyrimunur at fáa vitan um fyritøkuna, søgu, mentan, marknað, bransja og ætlanir fyri framman og t.d. hava samrøður við leiðarar og starvsfólk fyri at fáa vitan um  m.a. arbeiðsgongdir, samskifti og faktiskar umstøður.

  4. Upplegg til loysn verður nú meiri nágreinað og tillagað í samstarvi við leiðsluna

  5. Gjøgnumføring í tøttum samstarvi við leiðsluna

  6. Eftirmeting

  7. Úrslit, handliætlanir og tilmæli

Arbeiðshátturin tekur støði í 5 stigum: greining, trupulleikaorðing, loysn, íverkseting, eftirmeting og møguligari uppfylging.

Tilgongd skeið
bottom of page