top of page
group-of-business-people-working-as-team-in-office-2025-03-14-20-03-18-utc (1).jpg

Samráðingartøkni- grundleggjandi

Vegurin fram at skapa úrslit og sterk samstørv

Skeiðsdagur
19. nov. 2025 kl. 9.00-16.00.​

 

Freist at melda til
10. nov. 2025.
 

Kostnaður
2.650 kr. u. mvg

Á skeiðnum er morgunmatur, miðmáli, kaffi/te og afturvið.

Endamál

Á skeiðnum fært tú grundleggjandi førleikar í samráðingartøkni, har tú skapar úrslit og sterk samstørv.

 

Málbólkur

Skeiðið er ætlað starvsfólkum, verkætlanarleiðarum, sølufólkum, innkeypsleiðarum og leiðarum, sum ynskja at styrkja sínar førleikar at samráðast.

Ring 255515

Yvirskipað um skeiðið

Tú fært frálæru í, at:

  1. fyrireika tínar samráðingar

  2. finna fram til drívmegina hjá hinum partinum, felags áhugamál og víðka møguleikarnar við teimum “5 hví'unum”, spyrjitøkni og at lurta virki

  3. brúka ymsa samráðingartøkni – ankran, framing, spurningar og viðurkenning

  4. handfara truplar samráðingarstøður – støðudystir, væntandi informatión, misskiljingar og sálarliga læsing  

  5. tryggja næstu stigini í tykkara avtalum

Innihald

  • Fyrireika teg og víðkað samráðingarrúmið við at seta teg inn í støðuna hjá hinum partinum við m.ø. BATNA-modellinum og at finna tíni egnu mørk

  • Lær um vanligastu villurnar í einari samráðingarstøðu

  • Ven at hava sjóneykuna á vinn-vinn úrslit og hvat semja er um

  • At nýta drívmegi í samráðingarstøðum - ego, kenslur, fatanir og ynski í mun til logikk, rationalitet og rættvísi

  • Spyrjitøkni - at hoyra hin partin og styrkja relatiónina

  • At síggja og koma sær burturúr læstum samráðingarstøðum

  • Lukka avtalur og skapa tilsøgn (commitment)

Motivativatión

Livið er ein long røð av samráðingum við tínar starvsfelagar, við tin leiðara um løn, við sølufólk um bilkeyp, og við tíni børn um, nær tey skulu í song og sløkkja skermin…
 

Fólk flest geva ov skjótt upp við samráðingarborðið.

Vanliga fatanin er, at samráðingar er eitt null-sum spæl, har annar parturin vinnur og hin tapur. Kanning vísir, at 60-80% av samráðingum enda við einum vinn-vinn úrsliti.

 undirvísarin

Hjørdis G. Lailudóttir er útbúgvin cand. scient. pol., PGDip. í Leiðslu og Master í Løgfrøði.

 

Hjørdis hevur 15 ára royndir sum leiðslu- og HR ráðgevi í Movera, og drúgvar royndir innan tað almenna og privata, og hevur undirvíst á miðnámi, setrinum og á stovnum, fyritøkum, felagsskapum og kommunum.

Luttakarar

“Dugdi ótrúliga væl at undirvísa og at fáa okkum at luttaka”, “Gevandi, áhugavert og strævið”, "Tað var stuttligt og við øðrvísi hugsunarhátti”, "Tað er farið í dýpdina við nógvum truplum tingum og eg føli eg havi lært nógv og fingið nógvar øðrvísi vinklar at byggja uppá”, “Viðkomandi evni, góð samanseting av aktivari og passivari luttøku”.

Sp/f Movera
V-tal 599220

J. Broncksgøta 40

FO 100 Tórshavn

+298 255515

movera@movera.fo

© 2025

by Movera

bottom of page