top of page
Profilur til leiðarar

Profilurin gevur leiðarum eitt praktiskt amboð at motivera hvørt einstakt starvsfólk, og fáa betri og meiri virkisfør toymi.

Tú fært størri innlit í egnan leiðslustíl,  geva afturboðan, loysa ósemjur og at motivera hvørt starvfólk av tí at tú veist hvat, hvørt starvsfólk hevur tørv á fyri at eydnast.

 

MÁLBÓLKUR
Leiðarar
TÚ FÆRT INNLIT Í
Hvussu tín leiðarastílur ávirkar mátan, tú tekur avgerðir og loysir trupulleikar, og hvussu tú kanst tillaga tín leiðarastíl at styrkja tíni starvsfólk
DiSC við 12 stílum.png
ÚRTØKA
  • Innlit í egnan DiSC stíl sum leiðari
  • Tínar styrkir og avbjóðingar sum leiðari 
  • Tínar grundleggjandi raðfestingar sum leiðari
  • Tínar motivatións- og strongdfakturar sum leiðari
  • Tínar førleikar at skapa eitt motiverandi umhvørvi til ymsu DiSC stílarnar
  • Títt samstarv við leiðarar við ymsar DiSC stílar

Gjøgnumgongd og umrøða av tínum profil verður gjørd saman við fasilitator, og verður sett í praksis við har, tú arbeiðir.
UPPFYLGING 

Samanbering

Tveir persónsprofilar verða samanbornir til at finna líkheitir og munir. Í frágreiðingini eru ítøkilig uppskot til at styrkja samstarvsrelatiónina.Samanberingin er ætlað til nýggj toymi, ósemjuhandfaring, nýggj starvsfólk v.m.

Bólkamentan
Profilar verða settir í eina heild hjá t.d. toymi, deildir, deildarleiðarum og leiðslu, sum lýsa mentanina hjá bólkinum, fyrimunir og vansar, og, hvussu mentanin ávirkar samskifti, vágafýsni, avgerðir og trivnað.

DiSC samanberingin og mentanarprofilurin verða gjøgnumgingnir og viðgjørdir saman við fasilitator.

Samband

255515

Sp/f Movera
V-tal 599220

J. Broncksgøta 40

FO 100 Tórshavn

+298 255515

movera@movera.fo

© 2025

by Movera

bottom of page