top of page
marketing-manager-leading-international-business-m-2025-04-03-21-00-49-utc_edited.jpg

Framløgutøkni- raka rætt við tínari framløgu

Legg fram týðuliga, trygt og fangandi

Skeiðsdagar
11. og 12. nov. 2025 kl. 9.00-16.00.​

 

Freist at melda til
2. nov. 2025.
 

Kostnaður
5.250,- kr. u. mvg

Á skeiðnum er morgunmatur, miðmáli, kaffi/te og afturvið.

Endamál

Á skeiðnum fært tú størri tryggleika at gera framløgur og at leggja fram týðuliga og fangandi.

 

Málbólkur

Skeiðið er ætlað starvsfólkum og leiðarum, sum ynskja at styrkja sínar førleikar at leggja fram.

Ring 255515

Yvirskipað um skeiðið

Tú fært frálæru í, at:

  1. leggja tínar framløgur til rættis

  2. leggja fram við sannføring

  3. brúka teg og tínar styrkir

  4. vekja og fasthalda áhugan

Innihald

  • Fyrireika framløguna – endamál, málbólkur, bygnaður og innihald

  • Brúka retorisk amboð at skapa trúvirði og at tosa til hjarta og heila

  • Skapa ein reyðan tráð, góð skifti millum framløgusíðurnar og fangandi hæddarpunkt

  • Kenn tey mest umráðandi ráðini “do’s and dont’s”

  • Skipa samspælið ímillum tað, sum stendur á framløgusíðunum og tað tú sigur

  • Fá samband – spyrjitøkni og at draga áhoyraran við

  • Lær at brúka ymsar frásøguhættir við at siga søgur, geva dømi, skapa spenning, nýta strikumyndir og grafikk, mótsetningar og myndatalu

  • Tilvitan um títt kropsmál

  • Arbeið við einari fangandi byrjan og einum ramligum enda

 Undirvísarin

Hjørdis G. Lailudóttir er útbúgvin cand. scient. pol., PGDip. í Leiðslu og Master í Løgfrøði. Hjørdis hevur 15 ára royndir sum leiðslu- og HR ráðgevi í Movera, og drúgvar royndir innan tað almenna og privata, og hevur undirvíst á miðnámi, setrinum og á stovnum, fyritøkum, felagsskapum og kommunum.

Motivatión

70% meta, at førleikar at leggja fram eru avgerandi fyri teirra starvsleið.

 

Leiðarar, sum megna at leggja fram hugvekjandi, kunnu økja avrikið hjá starvsfólkunum við 17%.

 

Fundir og framløgur eru ein alsamt størri partur av arbeiðinum– tí hevur tað týdning at raka rætt við tínari framløgu.

Luttakarar siga...

“Dugdi ótrúliga væl at undirvísa og at fáa okkum at luttaka”, “Gevandi, áhugavert og strævið”, "Tað var stuttligt og við øðrvísi hugsunarhátti”, "Tað er farið í dýpdina við nógvum truplum tingum og eg føli eg havi lært nógv og fingið nógvar øðrvísi vinklar at byggja uppá”, “Viðkomandi evni, góð samanseting av aktivari og passivari luttøku”.

Sp/f Movera
V-tal 599220

J. Broncksgøta 40

FO 100 Tórshavn

+298 255515

movera@movera.fo

© 2025

by Movera

bottom of page