Starvsfólkadagar
Við at arbeiða við einum týðandi fakligum evni á starvsfólkadegnum ella evnisdøgum fáa bæði starvsfólk og fyritøka gagn, sum røkkur framum dagin.
Tað hevur týdning, at starvsfólkini kenna seg at vera í fokus á starvsfólkadegnum og fáa nakað serstakt burturúr, bæði í gaman og álvara.
Ein starvsfólkadagur, sum Movera bjóðar er ein felags uppliving har felagskenslan verður styrkt og har arbeitt verður saman um eina týðandi avbjóðing.
Hvat fáa tit burturúr?
-
Seta ferð á mál fyri framman
-
Økja motivatiónina
-
Flyta fokus frá trupulleikar til møguleikar
-
Fáa sett orð á tað trupla
-
Íblástur og nýggjar sjónarhorn
-
Felagsskapur og felagsuppliving
-
Dagurin verður fyrireikaður og gjøgnumførdur uttan, at tit skulu nýta stórvegis innanhýsis orku
Dømi um evni
-
Innanhýsis samskifti
-
Tænasta og samskifti
-
Koma sær undan strongd í arbeiðinum
-
At skilja mentanir og handfara konfliktir
-
Søla og meirsøla
-
Motivatión og orka
-
Assertivt samskifti
-
At gera seg til reiðar til broytingar
-
Coaching sum samstarvsháttur
-
Samanlegging - fortíð, nútíð og framtíð
-
Góður fundarsiður, fyrireiking og uppfylging
-
Samskifti inneftir og úteftir sum ein samanhangandi heild
-
Kreativitetur og innovatión í praksis
Dagurin verður lagdur til rættis í mun til tykkara umstøður og tá tað liggur best fyri hjá tykkum at samla starvsfólkini.
Movera samstarvar við aðrar fyritøkur og einstaklingar so sum sjónleikarar, tónleikarar og aðrar fyrilestrahaldarar. Dagurin er eyðkendir við fjølbroytni, ymsar arbeiðshættir og avbjóðandi og mennandi upplivingar kring eitt týðandi evni hjá fyritøkuni.