top of page

Disruptión innan HR


Vit kenna til disruptión innan tøkni. Innan Human Ressorce (HR) hava eisini verið fleiri "disruptiónir" ella umskapanir, sum byggja hvørt á annað.

Í nógv ár var HR sæð sum setanir, førleikamenning, lønarviðurskifti, starvsfólkagávur, útferðir. o.l og sum "kríggið um talentini" - tey bestu starvsfólkini, hvør bjóðiði flestar ágóðar.

Næsta umskapanin var fokus á organisatión og leiðslu t.e. bygnaðin, at skjalfesta mannagongdir, góðskustýringsskipanir, starvsfólkahandbøkur osfr. og leiðslu. HR snúði seg um kenslugliga gløggsemi hjá leiðarum. At leiðarin skal megna at skapa tryggleika og vælveru hjá starvsfólkunum, og geva arbeiðinum innihald og meining fyri hin einstaka.

Seinasta umskapina er, at HR eisini skal skapa virðir fyri kundan, eigarar, samstarvspartar og samfelagið uttanfyri fyritøkuna. Hetta snýr seg um, at HR skal økja føri til at handfara broyttar marknaðir og umstøður, nýggja vitan, mentan og broyting, tryggja samstarvsføri og innovatión.

HR snýr seg sostatt í dag eisini um, at fyritøkan er responsiv mótvegis kundanum og umheiminum.


bottom of page