Persónsprofilar

Movera hevur partnaravtalu við DiSCnordic um, at bjóða psykometrisku amboðini Everything DISC profilar. Tað er samansetingin av royndunum innan leiðsluráðgeving og DiSC persónsprofilar, sum skapar fortreytir fyri einum gevandi samstarvi við kundar hjá Movera.

 

DiSC er til persónliga menning, til menning av toymi, leiðarum og leiðslum og til at styrkja sølufólk.

 

DiSCnordic gjørdist ársins persónsprofil veitari í Danmark í 2018 til menning av fyritøkum og stovnum.  Grundgevingin hjá kundunum, sum góðu DiSC hægstu meting er m.a., at góðskan er væl skjalfest,  profilfrágreiðingin er brúkaravinarliga, neyv og hevur trúvirði og veitingin gevur virði fyri pengarnar. Les meira her


DiSC er eitt av heimsins mest nýttu og viðurkendu persónsprofil amboðum og verður brúkt kring heimin í smærri og størri organisatiónum. T.d. til samstarv og samskifti, leiðarar, leiðslu, samráðingar, menning, sølu og til toymismenning. Sagt við fáum orðum til nærum alt, sum snýr seg um relatiónir millum fólk í teirra arbeiði og professionella virksemi.

  1. Everything DiSC Workplace til øll, bæði leiðarar og starvsfólk

  2. Everything DiSC Sales til øll fólk, sum arbeiða við sølu og kundasambandi

  3. Everything DiSC Management til leiðarar, verkætlanarleiðarar og formenn

  4. Everything DiSC Work of Leaders til leiðslur, sum vilja styrkja síni evni at fremja visjónsarbeiði, skapa undirtøku og at seta visjónir í verk.

1. Workplace

Hesin profilurin hjálpir einstaka starvsfólkinum at gagnnýta sínar møguleikar og fáa betri samstarvsrelatiónir

2. Sales

Hesin profilurin hjálpir sølufólkum at fáa betri kundarelatiónir. Sølufólkið fær innlit í egnan sølustíl og kundans tørv

3. Management

Hesin profilurin gevur innlit í egnar raðfestingar og motivatión sum leiðari og hvussu ein tillagar egnan leiðarastíl til einkulta starvsfólkið

4. Work of Leaders

Hesin profilurin gevur leiðsluni innlit í egnan atburð í mun til avgerandi leiðsluuppgávur; at menna visjónir, skapa undirtøku og gjøgnumføra visjónir