top of page
Profilur til broytingarleiðsla
Profilurin gevur leiðarum eitt einfalt amboð at arbeiða við visjón, undirtøku og íverksetan av strategi og broytingum.

Leiðarin fær innlit í, hvussu atburðurin ávirkar strategiarbeiði - og hvussu leiðarin kann tillaga seg fyri at fáa fylgiskap og flyta organisatiónina fram móti visjónini. 

 
MÁLBÓLKUR
Leiðarar, sum arbeiða við visjóns- og broytingararleiðslu.
TÚ FÆRT INNLIT Í
Visjónsarbeiði, undirtøku og implementering í mun til egnan profil og, hvussu tú kanst betra tín effektivitet til visjóns- og broytingararbeiði.
DiSC við 12 stílum.png
ÚRTØKA
  • Tín DiSC stílur
  • Tínar grundleggjandi raðfestingar sum leiðari
  • Tínar førleikar at standa fyri visjónsarbeiði og at fáa undirtøku
  • Tínar førleikar at íverkseta broytingar
  • Ætlan at styrkja tínar førleikar at gera visjónsarbeiði, skapa undirtøku og íverkseta strategiskar broytingar

Gjøgnumgongd og umrøða av tínum profili verður gjørd saman við fasilitator, og verður sett í praksis við har, tú arbeiðir.
UPPFYLGING 

Bólkafrágreiðing um broytingarleiðslu
Frágreiðingin lýsir, hvussu leiðslutoymið arbeiðir við visjón, undirtøku og íverksetan.
Tit fáa innlit í styrkir og avbjóðingar hjá leiðslutoyminum, og eina ætlan at eydnast. Leiðarar, sum eydnast við visjónsleiðslu fáa fleiri motiveraði starvsfólk og skapa betri úrslit.

Samanbering
Tveir persónsprofilar verða samanbornir til at finna líkheitir og munir. Í frágreiðingini eru ítøkilig uppskot til at styrkja samstarvsrelatiónina.
Samanberingin er ætlað til nýggj toymi, ósemjuhandfaring, nýggj starvsfólk v.m.


Bólkamentan
Profilar verða settir í eina heild hjá t.d. toymi, deildir, deildarleiðarum og leiðslu, sum lýsa mentanina hjá bólkinum, fyrimunir og vansar, og, hvussu mentanin ávirkar samskifti, vágafýsni, avgerðir og trivnað.

Bólkafrágreiðingin um broytingarleiðslu, samanberingin og bólkamentanin verða gjøgnumgingnir og viðgjørdir saman við fasilitator.

Samband

255515

Sp/f Movera
V-tal 599220

J. Broncksgøta 40

FO 100 Tórshavn

+298 255515

movera@movera.fo

© 2025

by Movera

bottom of page