Persónligheitsroyndin - fupp ella fakta


Í 70% av setanum av leiðarum verður persónligheit umsøkjarans tikin framum leiðsluførleikar, fakligt innlit og avrik annars, vísir donsk kanning frá 2018.

Flestu leiðarar kenna hana – persónligheitsroyndina. Ein røð av spurningum og útsagnum, sum ein tekur støðu til. Við støði í tínum svarum verður gjørd ein greining av tínum eginleikum, sum síðani verða gjøgnumgingin saman við tær og brúkt, sum ein av karmunum um setanarsamrøðuna.

Fleiri enn helvtin tikið persónligheitsroynd

Kanning frá 2018 vísir, at fleiri enn helvtin av leiðarunum í Danmark hava tikið eina persónligheitsroynd í samband við teirra setan (Organisatiónen Lederne).

Persónsprofilar- og royndir vera ikki bert brúktir til setanir, men eisini til menning av starvsfólkum, leiðarum og toymi. Tá inniheldur profillýsingin bæði styrkir og avbjóðingar, og t.d hvat motiverar teg, og hvat kann viðføra trýst og strong. Persónsprofilar vísa á menningarmøguleikar og eru ikki ætlaðir til at seta fólk í bás. Endamálið og hvussu arbeitt verður við profilinum er avgerandi fyri, hvat fæst burturúr.

Persónligheitsroyndin – er hon egnað?

Avbjóðingin við persónligheitsroyndum tá talan er um setanir er, at tær máta ávísar eginleikar hjá persóninum.

Tilvitan um hvat í dag verður fatað sum eftirspurdir eginleikar, kann ávirka úrslitið nakað. Ikki tí at umsøkjarin tilvitað snýtur, men svarar soleiðis, sum viðkomandi heldur seg burdi svarað. Umsøkjarin ynskir jú starvið og veit, at viðkomandi er í harðari kapping við onnur. Hinvegin so eru persónligheitstestir á marknaðinum, sum eru valideraðar og hava ein stóran samanberingarbólk, og tá kunna frávik og ósannlíkindi síggjast í úrslitinum.

Ein onnur avbjóðing er at spurningarnir og útsagnirnar verða fataðar ymiskt. Tí kann tað vera ein fyrimunur at brúka sonevndar adapativar persónligheitsroyndir, sum tillaga spurningarnar eftir svarunum og soleiðis dupultkanna, har tað eru andsøgnir í svarunum.

Ein persónligheitstest vísir sostatt ávís eyðkenni hjá umsøkjaranum og gevur eina ábending um persónligar eginleikar. Hetta kann vera eitt amboð til at vátta ella avbjóða ein fatan av umsøkjaranum, ikki minst í Føroyum, har vit ofta halda okkum kenna persónin frammanundan.

Hvat bleiv av førleikum og royndum?

Stóra fokus á góða leiðslu seinnu árini hevur skapt størri tilvitan um, hvussu týdningarmikið leiðslufakið er, og at tað eins og aðrir førleikar krevur miðvíst arbeiði. Hinvegin so hevur tað eisini stóran týdning at raðfesta fakligu førleikarnar hjá umsøkjaranum, og hvørji úrslit viðkomandi hevur skapt. Faktisk viðurskifti og úrslit vísa bæði ítøkiligar førleikar, og um umsøkjarin hevur neyðugu eginleikarnar til t.d. at skapa felags fatanir í toymum, motivatión, framburð, áhaldni og gjøgnumførslu.

Danska ráðgevarafelagið, Ballisager, hevur gjørt eina kanning av setanum bæði innan tað privata og tað almenna. Kanningin vísir, at tað serliga eru privatar fyritøkur, sum raðfesta persónligheitina hægst. Tað er ein ávísur munur millum alment og privat. Innan tað almenna er talið lægri 62% t.e. at almennir arbeiðsgevarar leggja størri dent á fakligar førleikar, tá tey seta leiðarar enn tað privata. Eisini er fatanin innan tað almenna í størri mun, at leiðsla kann lærast.

Fimm góð ráð frá mínum royndum sum HR-ráðgevi í samband við setanir:

  1. Tak tær tíð til at umhugsa og umrøða, hvat hevur avgerandi týdning, eisini fyri samansetingina í leiðslutoyminum, tá nýggi leiðarin skal setast. Tú vinnur hesa tíðina inn aftur!

  2. Ansa eftir at persónligheitsroyndin ikki vigar ov nógv í avgerðini og umhugsa eina kognitiva evnisroynd umframt persónligheitsroyndina, har tú metur um málsligar, numeriskar og abstraktar hugsanir hjá umsøkjaranu

  3. Leita eftir fakta – ítøkiligar førleikar, royndir, avrik, referansur

  4. Gev umsøkjaranum ítøkiligar uppgávur og dømi at loysa. Tá fært tú m.a. ávist innlit í, hvussu umsøkjarin fer í holt við uppgávur, og hvussu tær verða loystar, fatanina av starvinum og av fyritøkuni ella stovninum. Tað er ein fyrimunur at brúka veruligar støður og tøl t.d. fíggjartøl, kanningarúrslit, strategiarbeiði v.m.

  5. Tosa við referansur. Umhugsa at spyrja umsøkjaran um viðmerkingar til tað referansurnar siga fyri m.a. at meta um sjálvsfatanina.


Sp/f Movera

J. Broncksgøta 40

FO 100 Tórshavn

+298 255515

Skype: Hjørdis Gaard

movera@movera.fo

V-tal 599229

  • White LinkedIn Icon
  • White Facebook Icon
  • White Twitter Icon

© 2021 by Movera